UM IRF

IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag. Virksemið hjá IRF fevnir um øki hjá teim 28 limakommununum í felagnum.

Hjá IRF starvast umleið 70 fólk. Virksemið hjá IRF fevnir um:

• Innheintan av húsarhalds – og virkisburturkasti
• Endurnýtslu
• Brennistøð
• Reinsitænasta
• Spilloljureinsiverk
• Handfaran av serliga dálkandi burturkasti
• Móttøku- og tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy
• Jarnendurnýtslu á Gjánoyri í Norðstreymoy
• Bilvrakpláss í Klaksvík, Sandoy og Suðuroy
• Bilverkstaður í Klaksvík
• Rottangaskipan