SØGA

Í 1970’unum var nógv kjak og politiskt rumbul um at fáa sett á stovn eina brennistøð fyri allar Føroyar. Avbjóðing var stór við tí nógva burturkastinum, sum endaði í havinum og í náttúruni sum heild.

Av tí at stór ósemja var um, hvar brennistøðin skuldi liggja, tók Tórshavnar kommuna seg úr kjakinum og gjørdi av at byggja sína egnu brennistøð, Kommunalu Brennistøðina í Havn.

Hinar kommunurnar í Føroyum komu ásamt um í 1979 um at stovna Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin IRF. Endamálið við felagnum var soleiðis: “at virka fyri at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvinum heldur uppat” (Viðtøkur felagsins 2.grein). Eftir mikið kjak um staðsetingina, komu kommunurnar ásamt um, at leggja brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík, sum liggur lítlar tríggjar kilometrar frá bygdini. Brennistøðin hjá IRF var tikin í nýtslu í 1989.

Virksemi hjá IRF er nógv vaksið síðani hetta og fevnir tað í dag eisini um eitt Spilloljureinsiverk, Endurnýtlsu, Tyrvingarpláss, Rottangaskipan, og handfaran av Vandamiklum burturkasti.

Varðar á leiðini
1979: IRF stovnað
1989: Brennistøð og tyrvingarpláss tikin í nýtslu.
1991: Spillolju reinsiverk á Kambsdali tikið í nýtslu.
1996: Byrja innsavning av rottangaevju
1998: Jarn endurnýtslan á Gjánoyri tikin í nýtslu.
2001: Endurnýtslan á Hagaleiti til pappír, papp og plast
2005: Nýggj roykreinsiskipan til Brennistøðina
2009: Munandi útbygging av Brennistøðini og Jarn endurnýtsluni
2013: Nýtt spilloljureinsiverk á Hagaleiti í Leirvík.
2016: Spilloljuverkið og Vandamikið burturkast fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning