BURTURKAST AT BRENNA

• Húsarhaldsburturkast, so sum matleivdir, skitið papp, krukkur, pakkiplast.
• Annað burturkast, so sum timbur, flamingo, teppir, møblar, plast, plattar.

Burturkast at brenna skal vera væl skilt, so at einki av hesum fer í:
• Burturkast at endurnýta
• Burturkast at tyrva
• Serliga dálkandi burturkast
• Lutir og evni sum skaða ovnin hjá IRF, t.d. jarn, trýstfløskur, neyðbluss, fýrverk, patrónir, kemiskur lútur v.m.

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Í gráa IRF posan, sum hvørja viku verður heintaður av IRF. Tá ið tú ruddar út, ella hevur størri nøgdir, skulu hesar á kommunalu endurnýtsluplássini.

Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF