GIPS

Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á Brennistøðini. Gips skal latast til IRF fyri seg.

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini. Gips kann lastast inn í lokaðari bingju ella stórsekki, sum má standa turt.  Tað er týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum, tí tá er tað ikki til at fáast við.
Vinna og kommunur: Til IRF á Gjánoyri – eftir avtalu við IRF.

Hvar fer tað?
Gips má ikki brennast, tí tað gevur sera dálkandi royk frá sær. Í staðin verður gips tyrvt í mold, har tað ongan skaða ger fyri umhvørvið, av tí at gips er eitt náttúrutilfeingi.
Gips verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.